Lýsing

  • Kykmyndir
  • Lesarabrøv
  • Tíðindi
  • Tingarbeiði

Vælkomin á floksting í Hósvík 5 & 6 apríl

5. og 6. apríl verður flokstingið hjá Tjóðveldinum hildið í Bygdarhúsinum í Hósvík og ynskiligt er, at síggja tjóðveldisfólk í stórum tali leggja leiðina til Hósvíkar til eitt gott vikuskifti. Fríggjakvøldið 5. apríl klokkan 19.00 byrja vit einum løttum innslagið áðrenn Sigrid J. Dalsgaard setur flokstingið. Fríggjakvøldið eru lógarfest mál á skrá, so sum framløga av roknskapi, umrøða...

Dennis: Eitt hendingaríkt ár á samferðsluøkinum

Tað er hent ein rúgva á samferðsluøkinum í ár.  Dennis Holm tekur her saman um samferðsluøkið hetta fyrsta árið. Hann greiðir frá tí sum longu er avgreitt, og tí sum liggur á arbeiðsborðinum.  Hetta er ein tíðargrein ið er prentað í Sosialinum 29. desember 2023   Í gerandisdegi okkara eru tað ein røð av viðurskiftum, sum hava ávirkan á okkara trivna, bæði á trivnaðin hjá okkum sum...

Røða i samband við fíggjarlógina 2024

Summarið hevur verið heitt um alt Evropa, og hitin hevur sligið met. Nakað soleiðis kunnu vit siga um búskapin hjá okkum, hann hevur sligið met, fyritøkur hava havt met góðir rokniskapir, kommnur hava havt methøgar inntøkur, sum hevur viðført at nógvar kommunalar íløgur eru gjørdar og somuleiðis hevur landið havt methøgar inntøkur tey seinastu árini. Summarið er tó ikki av enn, hitin er framvegis...

MÁLIÐ ER EIN HALDFØRUR SJÁLVBERANDI BÚSKAPUR

Fremsta orsøkin til, at Tjóðveldisflokkurin er til, er málið um at gera Føroyar til eitt land, har alt valdið í landinum kemur frá fólkinum í landinum. Hetta er enn ikki støðan, men í fíggjarlógaruppskotinum hesa ferð kann eg millum annað fegnast um, at málsøkið sjóuppmáting og vitaverk verða yvirtikin. Og eg kann í enn størri mun fegnast um, at blokkurin minkar við 25 milliónum krónum afturat, og...

Hvør hevur valt Kim Edeberg Andersen og Theresu Scavenius at umboða Føroyar?

Tað hevur ongin í Føroyum. Hetta eru framsøgufólkini í verjumálum hjá Nye Borgerlige og Alternativet. Tey eru vald í danska parlamentið av donskum veljarum saman við Peter Have, Lise Bech, Alex Ahrendtsen, Martin Lidegaard, o.s.fr. Tað eru hesi fólkini Sambandsflokkurin vil hava, at føroyski uttanríkisráðharrin skal samráðast við um verjusemjuna. Sjálvandi er hetta ikki ein gongd leið. Tað hevur danski...

Føroyar skulu gera sínar uttanríkis- og verjuavtalur

Svar til Annu Falkenberg, fólkatingslim: – Føroyar gera sínar uttanríkis- og verjuavtalur við røttu borðini og røttu fólkunum. Í lesarabrævi i dag leggur fólkatingskvinnan hjá Sambandsflokkinum eftir Høgna Hoydal fyri ikki at verja áhugamál føroyinga og ikki at vilja sita við samráðingarborðið um verjupolitikkin á Christiansborg. Skilji væl, at sambandskvinnan vil hava, at Føroyar framhaldandi...

Jú, Suðuroyartunnilin kemur

Nøkur halda verandi Suðuroyarleið er ókeypis! Søgan endurtekur seg, verður ofta tikið til. Er ein søga um Suðuroyartunnilin í miðlunum og um tað fyrireikandi arbeiðið, sum er sett ígongd av samgonguni við útgreining av øllum tættum, sum hava við Suðuroyartunnilin at gera, so eru menn klárir sum skjóta við skørpum. Týskvøldið var eitt jaligt innslag í Degi & Viku um at arbeiði við...

Fáa vit meira heilsutænastu fyri pengarnar?

Í føroyska sjúkrahúsverkinum eru líka yvir 1.100 ársverk, og av teimum eru í dag góð 71 prosent heilsustarvsfólk, meðan smá 29 prosent ikki eru heilsustarvsfólk.   Tað er ein broyting hend í tíðarskeiðnum 2019-2022, tá undanfarna samgonga sat, tí í 2019 var býtið smá 73 prosent heilsustarvsfólk og góð 27 prosent onnur. Í tali av starvsfólkum er talan um, at síðan 2019 eru 26 ársverk sett...

Hvat fyri eitt samfelag vilja vit lata víðari

Røða hjá Hervør Pálsdóttur í sambandi við viðgerð av ólavsøkurøðu løgmans   Harra formaður Lúka við mær Rundan um trøllakambin Ein annar legði í havan Eg lovi tær Okkara blómur Fara at síggjast eins væl Soleiðis yrkir Beinir Bergsson í yrkingasavninum Sólgarðurin, sum fyri meg er eitt gott myndamál um ta støðuna, ið vit eru í sum samfelag. Vit mugu lúka rundan um trøllakampin og...

Røða hjá Dennis Holm á fólafundinum á Doktaragrund, ólavsøku 2023

Góðu áhoyrarar, góðu loysingarfólk – og góðu tykur í Unga Tjóðveldi Í einum av mongu vøkru yrkingunum um land okkara byrjar Hargaskaldið Poul F. Joensen yrkingina ella sangin “Langtan í útlegd” soleiðis: Bart av brimi, fjart í villum Atlantshavi, vetrarstormar ýla, strongir streyma strítt, kyst av sól á sumri, grønt frá fjall til fjøru, liggja Føroyar, fríða føðilandið mítt. Í eini...

Seinasta uppgáva sum Løgtingsformaður

Bjørt Samuelsen, Løgtingsforkvinna hevur nú fyri seinastu ferð skrivað undir sum, Løgtingsformaður. Í dag skrivaði hon undir frumskjal, ið er tað seinasta tingmálið hesa tingsetuna. Á ólavsøku kann hon loksins undirskriva seg um, Løgtingsforkvinna. Formansskapurin, ið telur tvær kvinnur og tveir menn, verða í dagliga arbeiðinum í Løgtinginum nevnd, harra formaður ella frú forkvinna. Orðið...

Tríggir hattar á einum høvdi

Eg fari at siga nakað nú, sum onkur kanska fer at skilja sum ein kritikk av einum persóni. Tað er tað ikki. Hinvegin havi eg verið á fleiri fundum saman við honum, har hann er komin við virðismiklum upplýsingum fyri okkara samfelag. Men vit hava í løtuni eina skipan í okkara samfelag, sum eg eri farin at ivast, um hon er so skilagóð.   Í Føroyum hava vit bygt nakrar skipanir við óheftari ráðgeving...

Veðrið er á steoridum – hvat gera vit við tað?

Hóast veðurlagsekstremar gerast alsamt vanligari og ógvusligari, og veðrið týðiliga er undarligt og á steoridum, verður alt ov lítið gjørt fyri at bremsa veðurlagskreppuni. Ongantíð hevur útlátið hjá Tórshavnar kommunu verið so høgt sum hesi síðstu árini, sambært nýggjari fyribils uppgerð hjá kommununi. Tað er hægri enn útlátið í 2019 og enn hægri enn í 2016, tá býráðið samtykti...

Føroyskir fangar fyri órætti í Danmark

Kriminalforsorgin, sum er danskt málsøki, livir ikki upp til egnar reglur um, at føroyskir fangar, sum sita í donskum arresthúsum og fongslum, skulu tryggjast heimferð aftur til Føroyar, tá teir verða leyslatnir. Tað verður staðfest í svari frá danska forsætismálaráðnum uppá fyrispurning (settur umvegis Ríkisumboðið), sum var lisið upp á donskum á Føroya Løgtingi í dag. Kriminalforsorgin brýtur...

Danska kongsríkið er eitt ríki – ikki ein felagsskapur millum ríkir

Tí skilji eg heilt væl Aki-Matildu Høeg Dam, fólkatingskvinnu úr Grønlandi, sum í gjár við at tosa grønlendskt á fólkatingi illustreraði mótsøgnina við orðinum “ríkisfelagsskapur.” Hon fekk snøgt sagt víst, at ikki eingong í samband við orðaskiftið um “ríkisfelagsskapin” eru málini í danska kongsríkinum javnsett ella nakað felags. Eg má viðganga, at eg onkursvegna eri ernari av henni í...

Erling Eidesgaard helt 1. mai røðuna á Tvøroyri

1. maidagsrøða á Tvøroyri í 2023 Fyri næstan fjøruti árum síðani, klokkan hálvgum tíggju ein morgun, sat eg á hesari trappuni í míni fyrstu kaffipausu á arbeiðsmarknaðinum og kveylaði eitt sunkist og eitt karamell frá Bruno í meg. Eg fekk mína allarfyrstu vikuløn gjøgnum løngjaldsstovuna hjá arbeiðsmannafelagnum Fylking mitt í 80unum. Tað var hálv tímaløn, sum var forvunnin í summarferiuni á...

Fleirfaldað nýtsla av Ritalin og øðrum ADHD-heilivági

Síðani 2016 er útskrivaða nøgdin av Ritalin og øðrum ADHD-heilivági hækkað frá 8,4 samdøgursskamtum (DDD) til 31,9. Tað vil siga, at nýtslan er næstan fýrafaldað uppá 7 ár. Tað upplýsir landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, í svari uppá fyrispurning. Samstundis sum nýtslan er vaksin, frættist javnan, at alsamt fleiri ungir føroyingar brúka reseptheilivág at rúsa seg við – serliga...

Fyrst hondbóltur síðani aðalfundur í Eysturoy

Í kvøld hevur Eysturoyar Tjóðveldisfelag hildið aðalfund og mannað nevnd, valt grannskoðara og  fyrireikað seg til Flokstingið, sum verður 19 og 20 mai heima á Sandi. Fundurin byrjaði við at hyggja at hondbóltsdystinum millum Føroyar og Ukraina, og samstundis gleðast um, at Føroyar dystast sum sjálvstøðug tjóð og gera megnar avrik á altjóða ítróttarpallum. Næst á skrá var at velja...

Lat Merkið veittra fyri friði og frælsi

Flaggdagsrøða 25.04.23 Bjørt Samuelsen Kæru skótar, ítróttarfólk og reiðfólk. Gott fundarfólk! Tað er ein serstakur heiður at bera fram kvøðu á degnum, sum heiðrar Merkið, flagg okkara, ið savnar fólkið og tjóðina. Neyvan nakar dagur í Føroya søgu, hevur fleiri søguligar hendingar og kenslur knýttar at sær. Av sonnum kann sigast at tað, sum spjaðir okkum í dag, savnar okkum í morgin. Tí...

Okkara kenslur liggja í Merkinum

Flaggdagsrøða 25.04.23  Annika Olsen  Góða Samkoma Fyrst av øllum vil eg takka Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag fyri høvi at siga nøkur orð hendan flaggdagin. Tað er mær ein serligur heiður. Hendan vakra og tó kalda várdagin í Havn savnast vit fyri at hátíðarhalda Merkið, okkara tjóðarmerki. Hetta er ein merkisdagur, ein hátíðardagur og ein gleðisdagur, har vit savnast fyri at virða Merkið og...

Eru føroyingar serliga ringir í sjóverki? 

Flaggdagsrøða í Perluni 2023  Erling Eidesgaard   Eru føroyingar serliga ringir í sjóverki? Fyri uml. 1200 árum síðani løgdu okkara forfedrar í Norra vestur í hav fyri at leita eftir eydnuni. Sannleikin var kanska, at tey rýmdu undan skatti. Tey búsettust í Føroyum og í Íslandi. Íslendingar arga okkum við, at tað vóru tey, sum høvdu sjóverk, sum fóru í land í Føroyum, meðan restin helt leiðina...

Árni takkaði fyri seg – Sølvi tekur við

Á ársaðalfundinum hjá Vága Tjóðveldisfelag bar Árni Jacobsen, ið var formaður, seg undan afturvali, og tað gjørdi Sólvá Jacobsen, ið var peningarøkil, eisini. Árni Jacobsen hevur við undantaki av onkrum stuttum steðgi verið formaður í felagnum og ímyndin av Tjóðveldi í Vágum í fleiri áratíggju, men helt nú, at stundin var komin, at nýggjar kreftir tóku við. Aðalfundurin fagnaði Árna fyri...

Leigarar verri atgongd til grøna orkuskiftið

Hóast málið í samtykta veðurlagspolitikkinum er, at orkuvinarligir bilar í nógv størri mun skulu brúkast, so tykist tað sum, at tey, sum búgva til leigu ella í bústaðum uttan egið privat pláss til bilin, hava nógv minni møguleika at útvega sær ein el-bil, samanborið við tey, sum hava ein egnan matrikul.   Tá frítøkur fyri mvg og skrásetingargjøld av orkuvinarligum bilum vórðu viðgjørd í...

Ferð á filmsgerð í Føroyum

Tann góða søgan spælir ein stóran leiklut hjá menniskjanum,  tvørtumum tíð, landafrøði og mentan. “Uttan søgur vildi menniskja verið ófrælst  og verið litleyst og doyð  út “ segði  kendi rithøvudundurin Karen Blixen. Best kenna vit hana fyri skaldsøguna “Den afrikanske farm”, sum síðani bleiv filmsgjørd til  “Mitt Afrika” Og hon greiðir víðari frá:  Vit hava tørv á at siga...

FØROYSKIR FANGAR ONGAN GÓÐAN

Politiski myndugleikin í Føroyum kann ikki svara uppá, hvussu umstøðurnar eru hjá føroyskum fangum. “Brotsumsorgan er felagsmálsøki, og Løgmálaráðið fær tí ikki úttala seg um, hvussu økið verður umsitið.” Hetta er svarið frá føroyska løgmálaráðnum, tá spurt verður um viðurskiftini hjá føroyskum fangum. ONGA ÁBYRGD – ONKI SVAR Kriminalforsorgin í Føroyum, sum er donsk, hevur ábyrgdina...

Náttúruríkidømið skal koma øllum føroyingum til góðar

Tala, sum Erling Eidesgaard helt í tinginum um alivinnuna her fyri. Náttúruríkidømið skal koma øllum føroyingum til góðar. Og vit skulu liva av okkara egnu virðum, heldur enn av skatti frá vaskikonuni á Nørrebrúgv. Føroyska laksaalingin er ein sólskinssøga fyri partaeigararnar. Hon skapar nógv arbeiðspláss, og er ein stórur partur av føroyska útflutninginum. Men er hon ein sólskinssøga fyri...

Loysing er eisini viðurkenning

Tá vit tosa um loysing, tosa vit ofta um blokk, yvirtøkur og uttanríkispolitikk. Men loysing merkir eisini viðurkenning. Nógv hava skrivað um dokumentarin “O, móðurland,” men eitt tað týdningarmesta, sum hann eisini vísti á, var at vit føroyingar formelt og á pappírinum als ikki eru til – vit eru ikki viðurkend. Tað fekk meg at hugsa. Fyri nøkrum árum síðan løgdu eg og Ingilín uppskot fram um at...

PRISURIN Á HEITU HONDUNUM

Á altjóða Kvinnudegnum 8. mars seta vit ljós á rættindi hjá kvinnum kring allan heim. Men, hóast talan er um ein kvinnudag, so er tað umráðandi, at dagurin er ein felags dagur, har vit saman kunnu fegnast um tey mongu framstig, sum verið hava, og taka lógvatøk fyri at gera nakað við tað, sum enn liggur á láni. Her eru enn fleiri dygg tøk at taka. Javnstøða er javnrættindi og javnvirði. Vit eiga...

Góðan kvinnudag

Í dag, 8. mars, hátíðarhalda vit altjóða kvinnudagin. Tað er dagurin, tá ið vit minnast og takka fyri tað stríð og tey megnar tøk, sum kvinnur undan okkum hava tikið. Takk fyri tað! Tað er eisini dagurin, tá ið vit gera vart við tey tøk, sum enn eru eftir at taka. Og hesi eru fleiri. Tí nýta vit eisini dagin at eggja ungum kvinnum og monnum, at halda fram at krevja og vísa á teir skeivleikar og...

Fyrsta røðan hjá Anniku Olsen

Vit hava just rundað eitt ára dagin síðani russisku innrásina í Ukraine tann 24. Februar 2022.  Ì eitt ár hava vit havt kríggj í Evropa, og er  hetta er eyvan nakað, sum vit høvdu ímynda okkum kundi henda í okkara parti av heiminum anno 2022 Vit vóru just komin úr einum heilsukríggi ímóti Korona, eftir at allur heimurin hevði verið ávirkaðar við mongum deyðsføllum og mongum syrgiligum lagnum, tá...

Nú kemur hjálparpakkin fyri vanliga fólkið

Livikostnaðurin rýkur upp í løtuni, og tá er neyðugt hjá politisku skipanini at traðka í karakter og hjálpa teimum, ið trongja mest. Tí hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, í dag latið Løgtinginum uppskot um hjálparpakka fyri fíggjarliga sperd húski. Hjálparpakkin skal hjálpa barnafamiljum, pensjónistum og øðrum, ið merkja prísvøksturin serliga væl. Hjálparpakkin inniheldur...

Ude af øje, ude af sind

Vit senda framvegis børn av landinum, sum vit ikki megna at taka okkum av í Føroyum. Børn, sum av einari ella aðrari orsøk ikki kunnu vera hjá sínum foreldrum. Børn, sum ikki hava sína egnu rødd. Børn, sum ikki hava ræði á egnum lívi, tí tey ikki eru myndig. Tað er óvirðiligt fyri børnini. Tað er ábyrgdarleyst fyri okkum sum land. Ein vesalaváttan. Orsøkirnar til hesa vanvirðing og ábyrgdarloysi er,...

Fyrsta røðan hjá Liljuni Weihe

Framsøgurøða 14. februar 2023 Valentinsmessa                                                               Í dag er Valentinsmessa. Ella Valentine’s Day, sum dagurin verður róptur – eisini her hjá okkum. februar. Sosialu miðlarnir eru fullir av lýsingarherrópum, sum vilja hava okkum at “ hjúkla um kærleikan” ella at ferðast “Beinleiðis...

Fyrsta røðan hjá Eiriki í Jákupsstovu

Frú forkvinna Seinast eitt mál av hesum slag varð viðgjørt á løgtingi, var fyri útvið 15 árum síðan, tá val seinast var uttan eina veruliga fíggjarlóg. Tá snúi tað seg um, at millumbylgjusendarin í Akrabyrgi riggaði sera illa, samstundis sum tað í tráð við lógina um kringvarp, varð mett sum lógarkrav, at millumbylgjusendarin riggaði. Málið var til fyrstu viðgerð í løgtinginum 26. mars 2008,...

Almenn móttøka fyri Bjørt Samuelsen

Í sambandi við, at Bjørt Samuelsen er vald til løgtingsforkvinnu, verður almenn móttøka í Løgtinginum týsdagin 31. januar, kl. 15-17. Eitt samt Løgting valdið Bjørt á tingfundinum hin 22. december 2022. Hon er fyrsta kvinna, ið røkir sessin eftir nýggju stýrisskipanarlógini – og bert onnur kvinna í Føroya søgu, sum situr í hesum tignarliga sessi. Øll eru hjartaliga vælkomin

Fyrsta røðan hjá Erlingi Eidesgaard

Frú forkvinna, Tað er mær ein stórur heiður at standa á hesum háttvirda og tignarliga talarastóli. Tað er við stoltleika og við stórari virðing at eg standi her. Og fyrsta málið, har eg havi heiðurin at vera framsøgufólk, er mín sann eitt yvirtøkumál. Ikki av teimum heilt stóru yvirtøkunum gamaní, men tó eitt stig rætta vegin. Hetta er ein yvirtøka, sum bleiv fyrireikað og løgd fram av farna...

Jóla- og nýggjárskvøða frá Tjóðveldi

Vit takka nú fyri árið 2022. Eitt ár, sum varð merkt av mongum ófrættakendum, bæði úti og heima. Eitt ár, sum í politikki varð merkt av mongum ósemjum og óloystum arbeiði – og av tveimum valum í Føroyum. Og eitt ár, sum enn einaferð vísti, hvussu nógv fólk vilja gera so nógv fyri samfelagið, tjóðina og síni medmenniskju heima sum úti. Vit í Tjóðveldi eru ómetaliga takksom fyri tann stuðul...

Fráboðan

Fráboðan frá aðalstjórn, tingmanning og øllum lokalfeløgum hjá Tjóðveldi. Nú ivi er sáddur um flokkin og formann floksins, skulu vit boða frá, at vit standa fult og heilt saman um flokkin, formann og leiðslu floksins.   Vit stuðla øll royndunum hjá Tjóðveldi at skipa samgongu, koma í landsins stjórn og ynskja øllum hepna hond og styrk í arbeiðinum.   Tingmanningin hjá...

Hjartans tøkk fyri stuðulin 💚

Av hjarta takki eg tykkum, sum stuðlaðu Tjóðveldi á løgtingsvalinum. Ein serstøk tøkk til tykkum 759 kring landið, ið vístu mær persónligt álit á valstøðunum Argir, Eiði, Fossanes, Fuglafjørður, Funningsfjørður, Funningur, Giljanes, Gøta, Hósvík, Húsavík, Hvalba, Hvalvík, Kaldbak, Klaksvík, Kollafjørður, Kvívík, Leirvík, Nólsoy, Oyndarfjørður, Oyrabakki, Runavík, Skáli, Skopun, Skúvoy,...

Takk fyri stuðulin

Góðu tit øll, sum valdu Tjóðveldi á løgtingsvalinum. Takk fyri álitið, tit settu á okkara stevnumið og á málini, vit hava sett á dagsskrá til hetta valið – og ikki minst á persónarnar, sum høvdu játtað at stilla upp og vera okkara fremstu stríðsfólk. Í felag eydnaðist okkum aftur at seta seks teirra á ting. Tað fegnast vit stórliga um. Næsta stig teirra er nú at seta so nógv av okkara...

Øllum tykkum 215, sum hava stuðlað mær á valinum takki eg hjartaliga!

Ein serlig tøkk til familjuna og vinirnar, sum hava gjørt valstríðið gott, fjálgt og avbjóðandi.   Takk til Tjóðveldi og Sandoyar Tjóðveldisfelag fyri væla liðavrik.   Hjartaliga tillukku tit 33, sum eru vald á Ting. Tað er ein stórur heiður at umboða Føroya fólk   Virðiliga   Páll á Reynatúgvu

VEL FRAMTÍÐINA HJÁ BØRNUNUM

Góði veljari! Dagurin í dag er tín. Hjartamál mítt er framtíðin hjá børnum okkara. Tær avgerðir, sum vit taka í dag um eitt væl útbygt heilsuverk, um tryggleika í gerandisdegnum, um ríkari náttúru, um grønari orku, um burðardyggari framleiðslu, um betri útbúgvingar, um skapandi vinnu, um nútímans samferðslu, um fríðari list, um menning av máli og mentan og fyri  javnbjóðis møguleikum til...

VEL FØROYAR

Vísandi til lesarabræv hjá Heðin Mortensen, har hann m.a. nevnir at, “tað er ein ófrávíkilig sannroynd, at tá Havnin hevur tað gott, hevur alt landið tað gott, at kompentansurnar búgva í Havn og at fyrrverandi landsstýrir hava spjatt meiningsleysar íløgur kring landið”, vil eg koma við nøkrum viðmerkingum. Komandi løgting og landsstýri skal umboða alt Føroya fólk og alt Føroya land. At...

Framtíðin liggur í tínum hondum

Um fáar tímar lata dyrnar upp á valhølunum, og avgerðin skal takast um framtíð Føroya. Tað eru vit føroyingar, ið eiga hetta landið, og er tað tí okkara skylda at taka ábyrgd av landi  okkara og taka okkum av nútíðar og framtíðar avbjóðingum. Tað eru vit, sum kenna náttúruna, fjøllini, høvini og fólkið, ið her býr,og  tí eru tað bert vit føroyingar, ið skulu taka avgerðir Føroya vegna....

Robottur ella røktari

Nógv størv detta burtur, tá tøknin mennist. Tað var eisini ætlanin við tøknini, at hon skuldi hjálpa menniskjanum. Á einum øki fara vit kortini ongantíð at ynskja, at menniskjað verður skift út við robottskipanir – og tað er vælferðarøki. Tað skal sjálvandi brúkast nýggjasta tøkni í vælferðarstørvum, – til at lyfta, flyta og nógv annað. Men menniskja kann ikki skiftast út í hesum...

Rossini á Skoradali

Minnist tú søguna um Rossini á Skoradali – sum Ólavur Michelsen sáli skrivaði? Syrgilig søga, tí Reyði endaði sum blint arbeiðsross í kolanámi í Bretlandi. Eins og syrgiliga lagnan hjá nógvum rossum. Hetta serstaka ross livir enn í Føroyum, tí eldsálir megnaðu at bjarga tí, tá tað var nærum útdeytt. Men, føroyska rossið varð bjargað til óvissu. Vit vilja fegin verja okkara...

Landið hjá tær, landið hjá mær!

Vit hava ment hetta landið her mitt í Atlantshavi. Náttúran er rík, stórsligin men eisini ógvislig. Við viti, stríði og góðum vilja, hava vit sum fólk sett búgv her. Vit hava lisið landið. Bygt býlir, gróðraríkar teigar, og hava tamt sjógvin við. Vit eru fjølgaði og hava í dag eitt av heimsins bestu samfeløgum, við framúrskarandi tilfeingi, bæði menniskjaligum og av landi og sjógvi. Vit eru í...

MISSTRIVNAÐUR SMITTAR – MEN TAÐ GER TRIVNAÐUR EISINI

Annika Helgadóttir og Monika Mohr hava fyri stuttum latið gjørt eina kanning um “Sálarligu heilsuna hjá ungum føroyingum”. Í kanningini kom fram, at tey ungu ímillum 18-34 ár meta seg hava ringastu sálarligu heilsuna ímillum føroyingar og eru í størsta misstrivnaði. Alt skal ganga skjótari og skjótari, øll skulu skjótt ígjøgnum útbúgvingar og man skal vita so tíðliga sum gjørligt hvat man vil...

Ferðavinna fyri Føroyar

Ferðavinnan skapar trivnað, vøkstur og menning um allar Føroyar. Samstundis gerast vit meira tilvitað um okkara samleika, mentan og náttúru. “Ferðavinnan hevur virkuliga gjørt okkurt við at venda hugburðinum og fáa fólk at tíma at vera her”. Soleiðis sigur ein ung kvinna, sum verður endurgivin í nýggja Ferðavinnupolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu. Og tað hevur hon rætt í! JAVNSTØÐA, ÚTJAÐARI...

Órættur ímóti fiskimonnum og tímaløntum skal rættast

Havi eg arbeiði hjá tí almenna ella annað arbeiði, sum er fevnt av  lógini um starvsmenn, og eg verði sjúkur, so eri eg tryggjaður fulla løn so leingi sjúkan varar. Fiskimenn og tímalønt eru harafturímóti illa stadd í so máta. Noyðist ein fiskimaður at verða í landi vegna sjúku, fær hann ikki eitt oyra frá reiðarínum og í mesta lagi tað, sum svarar til 80 prosent av eini arbeiðaraløn, í...

Jobmatch fyri “eldri”

Privatir arbeiðsgevarar, tað almenna og kommunurnar mangla arbeiðsmegi í ólukkuligt mát á nógvum økjum. Ein stór og roynd arbeiðsmegi er at finna í fólki, sum eru farin av arbeiðsmarknaðinum. Tey hava royndirnar, nógvar ymiskar førleikar og eru fleksibul og løtt at hava við at gera hjá arbeiðsgevarum, tí tey hava bæði starva- og lívsroyndir við í skjáttuni.   Sannlíkt eru tey flestu ikki til...

YOKO ONO, BACALAO OG TJÓÐVELDI

(Røða hildin til Free Føroyar tiltakið 6. desember 2022) Í Bilbao í Baskaralandinum hongur ein lepi á einum ynskitræi. *** Bilbao er stórsti býur í Baskaralandinum – sum upp á so nógvar mátar líkist Føroyum. Baskaralandið er partur av Spania, men ynskir at gerast sjálvstøðugt. Tað kenna vit alt til. Baskarar hava egið mál og mentan – eins og vit. Tjóðarítrótturin í Baskaralandinum er...

EINFALDA MÁLIÐ UM GONGD Í HAGA

Vit eru Føroyar. Landið, fjøllini, dalarnir og vøtnini eru okkara. Føroyar eru okkara land. Okkara land at ráða yvir. Vit stjórna okkara landi, og til at stjórna krevjast lógir, og við lógum skal land byggjast. Í kjalarvørrinum av øktu ferðafólkamongdunum, sum árliga vitja okkara land, eru vit endaði í tí støðu, at galdandi lógir nærum dagliga verða brotnar. Lógarbrotini verða framd av...

VIT HAVA VUNNIÐ Í LOTTARÍNUM

Í part eigur hvør føroyingur eitt øki, sum svarar til 800 fótbóltsvallir. Danir, sum rinda okkum blokk, eiga 1 fótbóltsvøll í part. Fyri hvønn føroying selja vit yvir 40 kilo av fiski um dagin. Tað er einki land í heiminum, sum selur so nógvan mat per íbúgva. Vit hava vunnið í tí stóra lottarínum. Men vit loysa ikki vinningin út. Landið er ikki stórt, men havið er øðiliga stórt. Vit eru eitt...

Hond í hond

Tá rúgvismiklu lærugreinarnar smíð, handarbeiði, evning, heimkunnleiki og tónleikur, vórðu lagdar saman til ‘Handaverk og List’, bóru lærarar bangheit fyri, at onkur lærugrein fór at detta burturímillum og læruúrtøkan ikki fór at verða nøktandi. Í hesari skipan, hava børnini eina lærugrein í seks vikur og skifta so til næstu. Niðurraðfestingin hevur tíverri gjørt, at fleiri fak standa...

UMLEGGING TIL GRØNA ORKU, EISINI Á BYGD

Farna fríggjadag var stórt hátíðarhald í tøknibygninginum hjá Røkt og Effo á Gellingarkletti. Nú byrjar haftið at losna. Oljan dvínir, so hvørt framskygdar eldsálir slóða leiðina. Vit hava tørv á at arbeitt verður áhaldandi við menningini av orkuframleiðsluni í føroyum. Vit hava tørv á seigginum, tí tvøra, tí seiga, tí ótroyttiliga hugburðinum, um at tað letur seg gera. Tí í síðsta enda,...

ERU SÁRA OG JENS ØR AT KEYPA HÚS FYRI 3 MIÓ. KR.?

Tað er ikki altíð, at vit gera okkum so nógvan ómak við “at rokna tað út” – ofta er tað tiltrúgvin til egna mátt og megi sum er drívmegin, sum drívur okkum at náa okkara dreymum um sjálvbjargni og sjálvræði. Kjak var tíðliga á vári í 2021 um ríkisveitingina frá Danmark til Føroyar, eftir at Torbjørn Jacobsen, sum hevði sætið á Løgtingi tíðliga í ár, spurdi til ríkisveitingina og...

FLEXBARSIL fyri øll foreldur

Vit hava leingi arbeitt fyri einari smidligari barsilsskipan, sum hóskar betri til barnafamiljur í 2022. Hava fleiri ferðir lagt uppskot fram um tað. Koma vit í samgongu nú, ynskja vit at gera millum annað hesar broytingarnar í barsilsskipanini:   Klippikortsskipan, har foreldrini sjálvi gera av, nær tey brúka sínar løntu barsilsvikur. Klippikortið kann nýtast yvir tvey ár, og samskipast við arbeiði,...

Bíligari og fjølbroyttari bústaðir

Fyri 10 árum síðan var størsta vandamálið í Føroyum, at fólk fluttu av landinum. Nú er øðrvísi, tí fólkatalið er farið upp um 54.000, og ein stór avbjóðing er bústaðartrotið.   Avbjóðingin við vantandi og kostnaðarmiklum bústøðum er risastór og rakar serliga hart ungar familjur og tey, sum flyta heim.   Men avbjóðingin fevnir eisini um aðrar bólkar, sum hava tak yvir høvdið fyri...

FAKFELAGSGJALD SKAL KUNNA DRAGAST FRÁ Í SKATTINUM

Sleppi eg at vera partur av samgongusamráðingum eftir løgtingsvalið hósdagin, verður tað eitt krav, at løntakarar sleppa at draga limagjald til fakfelag frá í skattinum. Arbeiðsgevarar kunnu draga síni gjøld til yrkisfeløg frá í skatti, og tí er tað ikki meira enn rætt og rímiligt, at løntakararnir eisini kunnu draga sínar útreiðslur til hetta frá. Undir CEF-samgonguni 2015-2019 stríddist Sonja...

Soleiðis loysa vit Føroyar úr ríkisstuðlinum

Eg kundi hugsað mær, at vit yvir eini 4-6 ár settu alla ríkisveitingina í grunn, soleiðis at veitingin eftir ávísum áramáli ikki longur verður partur av okkara samfelagsrakstri. Tað er so lætt at gera mál torskild og gruggut, og tað er so lætt at brúka danska ríkisstuðulin sum agn ímóti føroyskum sjálvbjargni og tjóðarfrælsi. Tað er tiltikið at kasta torvmold í eyguni á fólki, so tey...

Hugsið tykkum ein grønan fólkaskúla (og aðrar)

Føroyar hava allar møguleikar at ganga undan í at gerast millum grønastu og burðardyggastu lond í heiminum, sum er størsta avbjóðing á okkara klótu. Vit liggja mitt í ríkum livandi tilfeingi og varandi orku. Vit hava ein slíkan nærleika millum okkum, at vit kunnu gera broytingar og leggja um, har øll eru við.   Og hví ikki byrja í fólkaskúlanum (og vøggustovum, barnagørðum og miðnámsskúlum)? Um...

Fólkaræðislig koppseting – ongantíð aftur fámannaveldi!

VALIÐ hósdagin snýr seg um at seta kós ÚR FÁMANNAVELDINUM inn í fólkaræðið og við kós móti einum sjálvstøðugum og frælsum samfelag, sum tekur ábyrgd og velur fólk í løgtingið, sum veruliga fara at tæna fólksins áhugamálum. Koppseting og immunitet móti ódámligari ávirkan og ræning av ogn Føroya fólks má verða málið fyri tínum krossi hósdagin!   Øll í Føroyum tóku covid...

NÝHUGSAN SKAL TIL FYRI AT LOYSA BÚSTAÐARNEYÐINA

Nýhugsan má til fyri at loysa ovurstóra tørvin á bústøðum. Bústaðir og privat byggja av øllum alvi, og tað munar. Men, vit hava kortini alt ov fáar bústaðir og bíligar íbúðir. Langar bíðirøðir nógvastaðni, og trupult ella ógjørligt at fáa fígging úti um landið. Samstundis hava vit eina stóra passiva bústaðarmongd. Kanska heimsmet av lítið brúktum fermetrum í mun til fólkatalið. Ikki...

Vinna og vælferð – tað drúgva takið

Allir borgarar skulu umframt sítt egna lív, yvirskipað í gerandisdegnum, fyrihalda seg til tríggjar geirar: Almenna geiran, kommunala geiran og vinnuna. Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevur stillað meg upp til løgtingsvalið hósdagin, og tískil bjóði eg meg fram, fyri tann einstaka borgaran, kommunala geiran og vinnuna, at umboða Føroya fólk í ovasta myndugleika okkara, hinum lóggevandi valdinum. Tað er fremsta...

2 polittiskir fiskar!

Tá tað stýrda gekkahjólið varð snarað á teir røttu koordinatarnar, varð greitt hvør hevði vunnið stóra tilfeingisgekkin.   Serliga væl kom tað við hjá teimum, sum frammanundan sótu fjálgt og gott.   Onkrar leivdir av menningarkvotunum vóru verandi aktiv í økjunum, og tað er hóast alt gott. Kendist eitt sindur sum tá tað regnar á prestin…   Ein fiskur er tó eftir at hagreiða her....

Okkara ríku Føroyar skulu ríka bæði ung og eldri

Umstøðurnar hjá okkara børnum og ungu liggja mær ógvuliga nær hjartanum, og somuleiðis er tað mín vón, at okkara samfelag altíð vil veita okkara eldru borgarum góð ellisár. Í einum vælferðarsamfelag, sum Føroyar eru, hava vit skyldu til at veita øllum okkara borgarum bestu umstøður og liviligastu kor – frá tí yngsta til hin elsta. Føroyar teljast millum heimsins ríkastu samfeløg, og tað er bara...

Fróðskaparsetrið er tjóðarbygging

Søgan sigur okkum, at skúli og útbúgving altíð hava verið grundleggjandi tættir í tjóðarmenningini. Longu í 1870 varð læraraskúli stovnaður, so fyrstu lærararnir kundu vera klárir, tá kravdur fólkaskúli varð settur í verk tvey ár seinni. Hesa somu tíðina undraðust fólk á næmingatalið í realskúlanum, tí brúk fór allarhægst at verða fyri einum næmingi um árið við so høgari útbúgving,...

RISIN OG KELLINGIN HØVDU BLIKNAÐ

Tað, sum Risin og Kellingin ikki megnaðu, sær nú út til at eydnast øðrum spekulantum. Teir hava tikið fiskin. Teir hava tikið firðirnir. Teir eru í ferð við at taka vindin. Og áðrenn vit vita av, fara teir eisini við sjóvarfallinum. Vit fáa lítið og einki afturfyri. Hetta eyðkennir vanliga menningarlond. Steðga vit ikki gongdini, enda vit sum eitt slíkt. Vit verða eitt fámannaveldi, har fá liva sum...

Vælferðarstørv: Hægri løn og betri umstøður

Tað er eingin vegur uttanum. Lønin til vælferðarstørvini má hækka. Og arbeiðsumstøðurnar gerast nógv betri. Yrkisstoltleikin skal styrkjast. Vit skulu gera tað eggjandi hjá ungum kvinnum og monnum at nema sær útbúgving og søkja sær starv sum sjúkrarøktarfrøðingur, námsfrøðingur, heilsuhjálpari ella heilsurøktari. 50 MILLIÓNIR SETAST AV Tjóðveldi hevur lagt fyri Løgtingið uppskot um at seta...

Umhvørvispolitikkur er eisini átøk heima við hús

Í gott eitt ár frá mai mánað 2020 fram til august 2021 vóru umleið 40 húsarhald í Vágs kommunu við í royndarverkætlan, har lívrunnið tilfar varð skilt frá vanliga húsarhaldsruskinum heima við hús. Vágs kommuna skipaði fyri innsavnan og lívrunnað tilfarið varð við blanding av tøð og træspónum gjørt til kompost/sankutøð. Royndarverkætlanin í Vági varð við áhuga fylgd av Umhvørvisstovuni...

Frælsið at virka og vinna!

Reyði, ella kanska blái tráðurin, í sjálvbjargna landinum Føroyar, er frælsið at virka og vinna.   Uppgávan hjá polittisku skipanini er tí at skapa røttu atgongdina, leggja røttu skinnararnar til vinnuligu pionerarnar at flyta seg eftir.   Skapa kapping um tilfeingið og góðu hugskotini.   Tíverri er stórur partur av vinnuliga geiranum stikaður inni í eitt langt áramál, av einum...

Listin skal vera fræls

Listin kann brúkast til propaganda. Listin kann vera spírin til eina neyðuga broyting. Listin kann brúkast til at skapa eina tjóð. Listin skal vera fræls – tað skal vera armslongd millum listina og politisku skipanina. Landstýrisfólk skal ikki diktera, hvør listin skal vera! Mentanin skal hava karmar, stuðul, venjingarhølir, pallar og takast við út í heim undir okkara merki. Ein tjóð skapar sína...

Kommunur skulu hava part av tøkugjaldinum

Kommunurnar – og serliga tær, sum hýsa alivinnuni við alibrúkum á sjónum, smoltstøðum ymsastaðni á landi og hagreiðingarvirkjum á havnarløgunum – skulu fáa størri ágóða av hesi gevandi og vaksandi vinnu, enn tær fáa nú. Partafelagsskatturin er 18 prosent, og sum er fara 30 prosent av partafelagsskattinum, ið ein alifyritøka rindar, til kommunurnar, har fyritøkan hevur sítt virksemi. Tað er...

SJÓNEYKU Á NÝTT VIÐGERÐARTILBOÐ

Í Mars 2022 varð heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnis(mis)nýtslu í Føroyum frá 2022-2028. Eg velji bevíst at strika orðið mis, tí hetta einans verður nýtt til at stigmatisera ein ávísan bólk av fólkið. Heildarætlanin inniheldur 58 ymisk tilmæli innan fimm ymisk økir: fyribyrging, viðgerð, eftirlit, revsifulnaður og vitanargrundarlag. Í Føroyum eru fleiri ymisk tilboð um viðgerðar –...

BATAR TIL SJÁLVSTØÐUGT VINNUREKANDI

Ein lítið umrøddur bólkur eru tey sjálvstøðugt vinnurekandi, ið eru íverksetarar á hvør sínum øki. Tey eru frisørar, reklamufólk, sølufólk, skribentar, handilsfólk, forritarar, bilmekanikarar, listafólk, hýruvognsførarar, útróðrarmenn og mangt annað. Hesi eru tey, sum hvønn dag fara til verka at vinna sær til lívsins uppihald uttan stórvegis trygdarnet, og sum arbeiða alt árið, tí gera tey...

Jørganska útleggingin av friðhalgaða ognarrættinum og hugtakinum plyndring

Jørgin sigur at vinstravongurin vil plyndra alivinnuna. Jørgin eigur eini hús og ognir, sigur hann eisini, sum eru friðhalgaði av ognarrættinum. Føroya Løgting hevur gjørt lóggávu, sum friðhalgar ognarrættin hjá Føroya fólki til tilfeingi í sjónum. Lat okkum spæla at vit fara at tvangsútleiga kjallarin í húsinum hjá Jørgin, sum hann hevur ognarrættin yvir. Vit leiga út til ein serliga útvaldan...

Latið okkum nú tosa um politikk

Eg stilli upp fyri Tjóðveldi, tí Tjóðveldi er flokkurin har rúm er fyri mínum áskoðanum, tjóðskaparliga, vinnuliga, og menniskjaliga.

Fíggjarligt skynsemi er fortreytin fyri sjálvbjargni

Tað at umsita skattakrónurnar skynsamt hjá okkara borgarum er at lata politikarum eitt stórt álit og vald upp í hendi, og tí skulu vit politikarar hava stóra virðing fyri skattaborgarans peningi. Nakrir flokkar hava tikið patent uppá á figgjarligt skynsemi, kanska serliga teir, sum pr definitión áttu at havt fíggjarligt skil á, men sum í veruleikanum oyðsla við skattaborgarans pengum. Tí kann tað loysa...

UTTANRÍKISPOLITIKK, SUM SLÓÐAR OG BEINIR BURTUR STIKINI

Uttanríkispolitikkur er sera sera týdningarmikil fyri eitthvørt land. Tað er har, vit kunnu vinna Føroyum týðandi rættindi og møguleikar. Kunnu samstarva við onnur lond um handil, fiskiveiðuavtalur, um limaskap í altjóða felagsskapum osfre. Har tala vit okkara søk, og luttaka í geo- og stórpolitiskum samstarvi. Tað er … um vit sleppa. Vit vilja, og eru til reiðar at traðka út í heimin og taka...

Føroyar skulu hava atgongd fyri øll og fremja brekpolitisku virkisætlanina  

Í gjár var altjóða dagur hjá teimum, ið bera brek.   Í Tjóðveldi hava vit brúk nógva orku í hesum valskeiði at lurta eftir fólki, avvarðandi og felagsskapum – og at gera uppskot og orða mál fyri tí atkomiliga og javnsetta samfelagnum.   Í valskránni hava vit lagt dent á hesi mál:   Vit vilja fremja brekpolitisku virkisætlanina í samstarvi við MEGD og øll avvarðandi – og skipa eitt...

Rebekka kemur heim

Hetta er svigardótturin Rebekka. Hon er júst liðug sum heilsurøktari, og hevur eina langa lívsleið fyri framman. Sonurin og hon hava búð í Ålborg, ímeðan tey hava lisið. Rebekka brennir fyri sínum faki. Tá hon greiðir frá, hvussu arbeiðsdagurin hjá henni hevur verið, so lýsir andlitið á henni. Um hvørjar støður hon verður sett í, og hvat lesnaðurin hevur givið henni av amboðum at veita...

Landið skal byggja føroyskt

Verkætlanir hjá landinum eiga at verða gjørdar eftir einari langtíðar løguætlan, soleiðis at bæði vinna og ikki minst tey, sum skulu njóta gott av verkætlanini, vita nøkurlunda, hvat er ávegis. Tá verkætlanirnar verða lagdar til rættis og framdar, eiga vit so vítt gjørligt at brúka føroyska ráðgeving og arbeiðstakarar. Skal landið gera okkurt, sum føroyskir ráðgevarar ella arbeiðstakarar ikki...

Blátt HF

Klaksvíkar HF-skeið er gult; nú skal tað gerast blátt!   Á Klaksvíkar HF-skeiði áttu vit at havt eina bláa breyt. Ein tílík sjóvinnubreyt á miðnámi kundi bjóðað tvinnar undirbreytir, eina ætlað sjómansskúlanum og eina ætlað maskinmeistaraskúlanum.   Ein slík miðnámsútbúgving skuldi havt bæði praktiska og ástøðiliga læru við sjómansskapi, siglingarlæru, motorlæru og...

Vit mugu hava sálarliga skaðastovu

Tá ið vit koma í eina kropsliga bráðfeingisstøðu, so kunnu vit fara á skaðastovuna og fáa hjálp. Er talan tó um eina sálarliga bráðfeingisstøðu, ja so mugu vit ofta bíða í fleiri dagar, áðrenn hjálp er at fáa. Tá er oftani ov seint. Vit mugu hava eina sálarliga skaðastovu, ið kann veita bráðfeingishjálp. Herfyri fekk eg eina søgu sendandi frá einari, ið vildi fortelja mær, hvussu lívið er...

Psykiatriin má styrkjast

Bíðilistarnir til barnapsykiatriina bara vaksa og bíðitíðin er nú uml. 2 ár. Tvey ár í einum barnalívi, hvussu leingi er tað ikki? Og hvussu má støðan vera í familjunum, meðan bíða verður? Tað er lætt at ímynda sær, hvussu trupult og vónleyst tað má upplivast. Bíðilistarnir til barnapsykiatriina vóru so at siga burtur í 2019. Meðan vit sótu í samgongu, fingu vit eisini eina barnapsykiatriska...

Ein føroyskur arbeiðsmarknaðarpolitiskur radari má skipast

Ítøkiligar og munagóðar broytingar í ALS-skipanini tæna samfelagnum øllum Í 1992 var ALS við lóg skipað sum grundarlag undir eini vælferðarskipan fyri allan arbeiðsmarknaðin. Byrjað varð at gjalda inn í mars 1992 og út longu í august sama ár. Fyri at tryggja øllum so gott fíggjarligt útgangsstøði sum tilbar undir einum arbeiðsloysi, vóru bestu 12 lønarmánaðirnir av teim seinastu 36 undanfarnu,...

Gylta millumliðið!

Vit kenna tey øll!   Tey hava fingið ein blóðtøpp, eina heilabløðing, ella eru løstaði av vanlukku í ferðsluni, ella á arbeiðsplássinum.   Summi hava fingið staðfest hesar herviligu sjúkurnar sum parkinson, sclerosu, ella okkurt áloypandi giktaslag. Onnur aðrar avbjóðingar av líknandi slagi.   Felags fyri tey øll, er at tilvildin av onkrari orsøk, breyt inn í teirra gerandisdag og...